Red Cross Nordic UWC - Faroe Islands

Hevur tú hug til eina annarleiðis miðnámsútbúgving? Hug til at búgva saman við fólki úr 85 ymiskum londum, ið tosa hvørt sítt mál? Hug til at fáa vinir úr allari verðini, at skilja aðrar mentanir og samstundis fáa eitt prógv ið er høgt mett internationalt?
SØK inn á Red Cross Nordic United World College!
Ein internationalur studentarskúli í Flekke í Noregi, partur av UWC-skúlunum kring allan heim:

"UWC makes education a force to unite people, nations and cultures for peace and a sustainable future"

Bara ein næmingur verður sendur úr Føroyum um árið, og tað kann væl verða tú!
Les meir á www.rcnuwc.no